Um okkum

Okkara Land 25′ á SKÁLATRØÐ!!!

Vit fegnast sera nógv um, at hesaferð verður Okkara Land hildið á Skálatrøð í Tórshavn. Tað finst neyvan ein betur staðseting til ein so stóran og góðan festival sum Okkara Land. Tit hava nógv at gleða tykkum til 🙂

MAMBO no. 5, kemur til Føroyar!!! Lou Bega, sum kom við nógvum hittum um aldarskifti, kom eisini við sanginum MAMBO no. 5. Hetta lag hava flest av okkum dansað og sungið við til. Vit á Okkara Land eru sera errin av at fáa hendan víðagitna sangarin at framføra sum gestasangara til Okkara Land 2025, sum verður 21. Juni í Tórshavn! Hann kemur at framføra løg sum “Mambo no. 5.”, “Sweet like Cola”, “I got a Girl”, “Scatman & Hatman” og fleiri onnir. Eisini koma hansara “dansi gentir” við 🙂 Gleði tykkum:)

Vit hava onnir spennandi nøvn í ermuni og fara sjálvasagt eisini at hava fleiri føroyskir tónleikarar á pallinum. Vit gleða okkum eisini til OKKARA HITS, sum eydnaðist sera væl í 2024. Okkara hits verður frá midnátt og uml. 2 tímar fram. Hettar verður felagssangur við teksti á stórskíggja. Ein sonn gleðisløta har fleiri av okkara bestu føroysku tónleikaskaldum framføra øll hittini, sum vit hava elskað ígjøgnum árini.  Her kundu okkara gestir syngja við í næstan heili tveir fantaskir tímar 🙂

Okkara Land verður aftur 21. juni 2025 á helst tí STØRSTA festival økinum í Tórshavn, Skálatrøð!

Okkara Land fer at hýsa teimum allar bestu tónleikanøvnunum, sum fara at framføra øll tey góðu løgini, sum vit elska at syngja við til, saman við nøkrum gestum 

Vit vóna, at tit møta fjølment upp og verða við til at gera dagin ógloymandi saman við okkum.

Samstundis, sum vit fara at hava eitt fantastiska gott kvøld saman, so stuðla vit eisini Barnabata  🙂

Fyri at hjálpa neyðstøddum børnum og barnafamiljum í Føroyum.

– Fyriskipari Dan Joensen, Okkara Land

Samband

Hevur tú fyrispurningar og annað ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á info@okkaraland.fo